1000 løgreglufólk til staðar, tá Ísrael spælir í kvøld

Nógv verður gjørt burturúr trygdini hjá ísraelskum ítróttarfólkum undir OL

Í kvøld spæla Mali og Ísrael OL-fótbóltsdyst á Parc des Princes-leikvøllinum í París, og tað verður við umfatandi trygdarátøkum og nógvum løgreglufólkum til staðar.

 

1.000 løgreglufólk vera til staðar á leikvøllinum og kring vøllin, tá dysturin verður brígslaður í gongd kl. 20 í kvøld. Tað boðar franski innanríkisráðharrin, Gérald Darmanin, frá sambært altjóða miðlum.

 

– Ein trygdarætlan er gjørd fyri allar kappingar, og tað rætt, at teir báðir dystirnir, og serliga tann á Parc des Princes, fara at hava trygdarfólk og anti-terror øki, sigur Gérald Darmanin, sambært DR Nyheder.

 

Innanríkisráðharrin hevur fyrr kunnað um, at ísraelskir íðkarar fara at verða vardir allan sólarringin, meðan OL er.