11 herfólk fingu skaðar í Nato-venjing í Svøríki

- Talan er um sárskaðar og brot, men eingin fekk lívshóttandi mein, sigur Joakim Elovsson, samskiftisráðgevi.

Tað var, tá herfólkini lupu út í fallskíggja undir Nato-venjingini - Swift Response - í svenska Skillingaryd, at tey fingu løstir.

 

Svenska Aftonbladet veit at siga, at herfólkini vóru úr USA, Ungarn og Italia, og tey endaðu øll á sjúkrahúsi.

 

- Talan er um sárskaðar og brot, men eingin fekk lívshóttandi mein, sigur Joakim Elovsson, samskiftisráðgevi í Arméstaben.

 

Sambært samskiftisráðgevanum vórðu tvey av herfólkunum koyrd á sjúkrahús, og níggju vórðu flogin við tyrlu.