12 fólk deyð av spreing­ing í heili­vágs­verk­smiðju

India rúmar fleiri av heimsins størstu heilivágsverksmiðjum, og landið er stórur veitari av heilivági og koppingarevnum

 

Higartil eru 12 fólk staðfest deyð í einari spreinging á einari heilivágsverksmiðju í Telangana har suðuri í India í dag.

 

Umframt tey deyðu, hava fleiri fólk fingið løstir.

 

Sagt verður, at spreingingin var í heilivágspartinum á Sigachi Industries, sum verksmiðjan verður kallað, og her kom eisini eldur í.

 

Úr India verður sagt, at tíggju fólk vórðu staðfest deyð á staðnum, og tvey eru deyð á sjúkrahúsi. 

 

- Fleiri enn 30 fólk eru innløgd á sjúkahús við løstum, verður lagt aftrat.

 

Tíðindastovan AFP veit at siga, at tað er ikki óvanligt, at spreingingar kunnu koma fyri í slíkum kemiskum virksemi.

 

##med2##

 

India rúmar fleiri av heimsins størstu heilivágsverksmiðjum, og landið er stórur veitari av heilivági og koppingarevnum.

 

Sagt verður, at Sigachi Industries Limited eigur fimm heilivágsverksmiðjur í India.