Hagstova Føroya skrivar, at lønirnar vóru góðar 600 milliónir krónur, ella 5 prosent, størri í 2024 samanborið við 2023.
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini, men vøksturin var tó eitt vet minni í 2024 samanborið við árini frammanundan. Lønirnar útgoldnar í 2023 vóru 5,8 prosent hægri enn í 2022. Í 2022 vóru lønirnar 6,1 prosent hægri enn í 2021.
Kvinnur áttu 60 prosent av vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Í longri tíðarskeið hava menninir átt umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum. í 2024 var samlaða býtið 61,1 prosent til menn og 38,9 prosent til kvinnur. Hetta er meira javnt samanborið við 2023, tá áttu kvinnurnar 37,8 prosent av samlaðu árligu lønunum.
Vøksturin í lønum samanborið við undanfarna árið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum upp á 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 326 milliónir krónur.
Lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri í 2024 samanborið við 2023. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri.
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við átta prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við 1,4 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
Lønirnar vaksa mest í almennu vinnugreinunum
Størsti vøkstur í krónum var í, geirunum Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar, og næst í Heilsu- og almannaverk. Í Heilsu- og almannaverk sæst, at tað er serliga undirbólkurin Virksemi á stovnum, sum hevur havt størsta lutfalsliga vøkstur. Virksemi á stovnum fevnir millum annað um røkt av fólki, sum eru búsitandi á stovnum og eldrasambýlum.
Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða og Framleiðsluvinna høvdu sum tær einastu eina eina minking í útgoldnu lønunum í 2024 samanborið við árið fyri. Verður Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða víðari útgreinað, sæst at størsta minkingin í krónum var í uppsjóvarveiðu, har minkingin var 16,5 prosent við 103 milliónum færri útgoldnum krónum í 2024 samanborið við 2023.