2 ára skeiðið hjá Rannvá Tausen er nú runnið

2 ára skeiðið hjá Rannvá Tausen er nú runnið, skrivar Vørn.

 

Rannvá hevur starvast umborð á Brimli, sum ófulltikin dekkari í tvey ár. Í januar fer Rannvá á Vinnuháskúlan at lesa víðari til skipara.

 

Skipari og manning ynskja henni alt tað besta framyvir. Og sum minni um tíðina umborð á Brimli, fekk hon eitt ur frá manningini. 

 

 

 

Sum ófulltikin dekkari hjá Vørn, fært tú møguleika at læra um sjóvinnu og arbeiðið umborð á skipi.  Tú fært royndir við at ganga vakt, taka lut í vanligum skipsarbeiði, og tú kanst brúka hesa tíðina til víðari útbúgving sum navigatørur.

 

Sum ófulltikin dekkari hjá Vørn, telur starvstíðin sum starvstíð við handilsskipum, skrivar Vørn á síni heimasíðu.

 

Á myndini: Rannvá Tausen, ófulltikin dekkari,  og Eliesar Jakobsen, yvirstýrimaður.

 

Myndina hevur Gunleif L. Poulsen tikið.