2. Finalan: Ystad-Sävehof beinleiðis á SVT 2 klokkan 16.55

SVT er millum talgildu rásirnar hjá Televarpinum

Haldarar hjá Televarpinum, og annars tey sum hava atgongd til SVT 2 fáa møguleikan at fylgja við, tá Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spæla aðru meistaraskapsfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof, ið vann 1. meistaraskapsfinaluna 28-27 spælir í dag aðru finaluna á útivølli í Ystad.

 

Spælt verður best av fimm dystum. 

 

Dysturin, ið byrjar klokkan 17 verður vístur beinleiðis á SVT 2. Sendingin byrjar klokkan 16.55.

 

SVT 2 er millum talgildu rásirnar hjá Televarpinum.