31 ára gamal handtikin fyri at hava koyrt á fólk í London

Fýra fólk eru flutt á sjúkrahús, eftir at ein bilur koyrdi á gongubreytina í London í gjárkvøldið.

Shaftesbury Avenue í London, har fýra fólk vórðu rakt av bili, er ein stórvegur, sum ofta er fyltur við nógvum vitjandi og ferðafólkum. Í januar 2021 lá gøtan meira ella minni í oyði orsakað av korona-stongsli. (Arkivmynd). - Mynd: Kirsty Wigglesworth

Ein 31 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur fyri drápsroynd, eftir at fleiri gongufólk vórðu rakt av einum bili á gongubreytini í bretska høvuðsstaðnum, London.

Tað siga fleiri miðlar, eitt nú Sky News og tíðindastovan DPA.

Metropolitan Politi í London fekk eina fráboðan stutt eftir midnátt um ein samanstoyt og ein bil, sum koyrdi skeivan veg á Shaftesbury Avenue, sum er ein stórur vegur í miðbýnum í London.

Tann 31 ára gamli møguligi gerningsmaðurin varð handtikin stutt eftir, upplýsir løgreglan.

- Løgreglufólkini svaraðu skjótt og handtóku mannin innan fáar minuttir, og arbeiddu tætt saman við høvuðsstaðarløgregluni, sigur varakommissarin í løgregluni, Stuart Cundy.

Fýra fólk eru flutt á sjúkrahús eftir samanstoytin. Eitt av fólkunum er í lívsvanda.

Løgreglan heldur, at hetta er ein "einstøk hending, sum ikki er tengd at yvirgangi", sigur Stuart Cundy.

- Hildið verður, at ákærdi var partur av einum skeldaríið á einum náttklubba, áðrenn hann fór í bilin og koyrdi út á gongubreytina, legði hann afturat.

Shaftesbury Avenue strekkir seg frá Piccadilly sirkus til Shaftesbury leikhúsið í miðbýnum í London.

 

/Ritzau/

 

Shaftesbury Avenue í London, har fýra fólk vórðu rakt av bili, er ein stórvegur, sum ofta er fyltur við nógvum vitjandi og ferðafólkum. Í januar 2021 lá gøtan meira ella minni í oyði orsakað av korona-stongsli. (Arkivmynd). - Mynd: Kirsty Wigglesworth