Tað mátti ein bilførari sanna, sum varð tikin í Runavík í gjár. Tann bilførarin var noyddur at seta vognin frá sær og fara víðari uttan viðfestisvogn og við eini bót upp á 5.000 krónur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Beint eftir klokkan 13 í gjár fekk løgreglan boð um eitt arbeiðsóhapp, har ein persónur hevði skorið seg av eini stálplátu. Hetta var í norðurøkinum, og viðkomandi varð seymaður aftur, sigur vaktleiðarin.
Úr Porkeri fekk løgreglan boð um, at grót og vatn var á landsvegnum yvir bygdini. Hatta var seinnapartin um 15 tíðina.
Ein bilførari fekk um hálvgum sjey tíðina í gjárkvøldið klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðsluni. Ein annar var tikin fyri at oyra 74 km um tíman í bygdum øki í Havn. Tað gevur klipp í koyrikortið.