75 ára gamli Roy Hodgson tikið við høvuðsvenjarastarvið

Roy Hodgson skal venja Crystal Palace tað sum eftir er av kappingarárinum

Hann var høvuðsvenjari hjá Premier League liðnum, Crystal Palace millum 2017 og 2021, og nú ger 75 ára gamli Roy Hodgson "comeback" sum høvuðsvenjari hjá Crystal Palace.

 

Farna kappingarár var Roy Hodgson høvuðsvenjari hjá Watford.

 

Fyri stuttum fekk Patrick Viera sekkin sum høvuðsvenjari hjá Crystal Palace.

 

Roy Hodgson hevur játtað at vera høvuðsvenjari hjá Crystal Palace tað sum eftir er av kappingarárinum.

 

Roy Hodgson segði á tíðindafundi, at tað var honum ein mikil heiður aftur at kunna standa á odda fyri Crystal Palace.

 

Venjarayrkisleiðin hjá Roy Hodgson byrjaði í tí Harrans ári 1976, tá hann var høvuðsvenjari hjá svenska liðnum, Halmstad.