Afturkalling av ROSE Stegt Barbecue Inderfilet (høsnarungaviðskera)

HKScan Danmark A/S afturkallar ROSE stegt Barbecue Inderfilet, tí tað er vandi fyri, at vøran ikki er nøktandi hitaviðgjørd. Vøran kann sostatt innihalda sjúkuelvandi bakteriur. 

 

Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Og lagt verður afturat:

 

Hvør er vøran?

 

Rose Stegt Barbecue Inderfilet

Nettovekt: 150g

 

Best fyri: 25.05.2023

 

EAN-strikukota : 5760725234450

 

 

 

Hvar er vøran seld?

 

Vøran er seld í føroyskum handlum

 

Virkið, ið afturkallar

 

HKScan Denmark A/S

Tværmosevej 10

7830 Vinderup

 

Orsøk til afturkalling

 

Vøran er ikki nøktandi hitaviðgjørd hjá framleiðaranum.

 

Vandi

 

Vøran kann innihalda sjúkuelvandi bakteriur

 

Ráð til borgaran

 

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.