Vár og Lív B. Zachariassen og liðfelagarnir í Ajax spældu í dag dyst móti Gudme á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Tá færri enn tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Ajax á odda 25-23, men tað helt ikki til sigurs. Gudme skoraði tvey mál seinastu løtuna, og sostatt endaði dysturin við javnleiki 25-25.
Í steðginum var Ajax á odda 14-12. Vár var millum málskjúttarnar hjá Ajax.
Ajax er næstfremst í deildini við 14 stigum. Greitt oddalið er liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ við 18 stigum. Tá hevur HØJ enntá spælt tveir dystir færri enn Ajax.
Klokkan 13 tekur HØJ móti Søndermarken á heimavølli, og kann tá vinna tíggjunda sigurin av tíggju møguligum.