Allan: Hetta er sera stórt fyri íslendskan hondbólt

Allan Norðberg fekk eina stóra uppliving frammanfyri 3.500 áskoðarum

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali skulu spæla finalur í European Cup móti grikska liðnum, Olympiakos 18. og 25. mai.

 

Valur vann seg í finalurnar í stórum stíli. Valur megnaði eisini at vinna hálvfinaluna móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare á útivølli.

 

Valur vann í dag 30-24. Í fyrra hálvleiki var klassamunur, og var Valur á odda 17-8 í steðginum. Valur vann fyrru hálvfinaluna á heimavølli 36-28 (18-14). Valur vann sostatt ein samlaðan greiðan 66-52 sigur á Minaur Baia Mare í hálvfinalunum.

 

Allan skoraði eitt mál í dag.

 

Um dystin sigur Allan í stuttari viðmerking til in.fo: - Vit møttu einari fullsettari høll (3500 áskoðarar frá mótstøðuliðnum, og bara tveir frá Vali). Men vit lótu ikki hetta órógva okkum, og vunnu greiðan sigur her í Rumenia. Hetta er sera stórt fyri Íslendskan hondbólt. Hetta er  fyrstu ferð í søguni, at eitt lið er komið í eina evropeiska finalu. Hetta er uttan iva tað størsta eg havi upplivað innan hondbólt fyri felagslið. Havi tó ikki hug at samanbera nakað við EM í Berlin. Tað er nakað heilt annað, tá tú umboðar títt land til eitt endaspæl. Sigur Allan í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Valur spælir fyrru finaluna móti Olympiakos á heimavølli í høllini á Hlíðarenda, leygardagin 18. maj klokkan 16. Seinna finalan verður leikt í Grikkaland, leygardagin 25. maj klokkan 16.

 

Má tað gangast Allani og hansara liðfeløgum væl. Allar hondbóltsáhugaðir føroyingar fara at taka við Vali hesar báðar dystirnar.