Allan og liðfelagarnir eru úti av meistarastríðnum

Afturelding vann samlaðu hálvfinaluuppgerðina móti Vali

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali sleppa ikki at spæla finalur um íslendska meistaraheitið á hesum sinni.

 

Valur tapti í kvøld 27-29 fyri Afturelding á heimavølli í høllini á Hliðarenda í Reykjavík í tí fjórðu hálvfinaluni. 

 

Úrslitið merkir, at Afturelding vinnur hálvfinaluuppgerðirnar 3-1 og skal spæla meistaraskapsfinalur móti FH.

 

Valur var annars á odda 14-11 í steðginum, men tað gekk illa í hond í seinna hálvleiki.

 

Valur sum hevur vunnið steypakappingina kann nú hugsavna seg um at vinna finalurnar í European Cup móti Olympiakos úr Grikkalandi.

 

Fyrra finalan verður leikt í høllini á Hliðarenda komandi leygarkvøld klokkan 18. Returdysturin verður leiktur í Athen leygarkvøldið 25. mai klokkan 18. 

 

Um Valur megnar at vinna bæði European Cup og steypakappingina, so verður talan um eitt sera minniligt kappingarár. 

 

RÚV vísir báðar finalurnar, so hondbóltsáhugaðir føroyingar fáa høvið at fylgja við.