Allan og liðfelagarnir í Vali vunnu European Cup

Valur vann ein samlaðan sigur aftaná brotskastskapping

Allan Norðberg hevur í kvøld verið við til at skriva íslendska og føroyska hondbóltssøgu.

 

Hann og liðfelagarnir í Vali vunnu European Cup aftaná eina dramatiska brotskastskapping niðri í Athen móti Olympiacos.

 

Olympiacos vann dystin 31-27, og tá Valur vann 30-26 í Reykjavík stóð samlað á jøvnum 57-57, og tí var neyðugt við brotskastkapping.

 

Valur, harímillum Allan við tryggum brotskasti skoraði upp á øll fimm brotskøstini, meðan seinasta brotskastið hjá Olympiacos endaði á tvørstongini.

 

Sostatt vann Valur ein ótrúligan samlaðan 62-61 sigur, og eru teir fyrsta íslendska liðið sum vinnur eina evropeiska kapping fyri felagslið. 

 

Allan skoraði eisini tvey mál í sjálvum dystinum.