Allan og liðfelagarnir vóru við til at seta eitt serligt met

Aldrin hava so nógvir áskoðarar verið til ein hondbóltsdyst í Grikkalandi, sum til seinnu European Cup finaluna millum Olympiacos og Val

Nú eru fimm dagar farnir síðani minniliga bragdið hjá Allani Norðberg og liðfeløgunum í Vali í Athen.

 

Valur vann European Cup aftaná eina minniliga brotskastskapping móti Olympiacos.

 

Umframt at vera fyrsta íslendska felagsliðið at vinna eina evropeiska kapping var Valur saman við mótstøðuliðnum, Olympiacos við til at seta eitt met.

 

Tað vóru 7.500 áskoðarar til dystin millum Olympiacos og Val, og so nógvir áskoðarar hava aldrin áður verið til ein hondbóltsdyst í Grikkalandi, har fótbóltur og kurvabóltur er tvær risastórar ítróttargreinar. 

 

Dysturin millum Olympiacos og Val var eisini spældur í høllini hjá kurvabóltsliðnum hjá Olympiacos.

 

Ítróttarstjórin í Olympiacos, Grig­or­is Sanikis sigur við Morgunblaðið, at 50 prosent av øllum hondbóltsfjepparum í Grikkalandi halda við Olympiacos.

 

Upplivingin í høllini farna leygarkvøld hevur bara gjørt teir í Olympiacos enn meiri uppsettar uppá at vinna eina evropeiska kapping, greiðir Grig­or­is Sanikis frá.

 

##med2##