Allan tapti móti sínum gamla liði

Valur tapti á útivølli í Akureyri

Allan Norðberg vitjaði aftur á slóðina í kvøld.

 

Allan og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst á útivølli á Akureyri móti gamla liðnum hjá Allani, KA.

 

Valur kom niður á jørðina aftur aftaná ótrúliga evropeiska avrikið móti Steua Bukarest farna leygarkvøld.

 

KA vann dystin á Vali 34-29 aftaná at hava verið á odda 14-13 í steðginum.

 

Allan skoraði fýra mál fyri Val í kvøld. 

 

Úrslitið merkir, at FH vinnur grundspælið. FH hevur 35 stig og Valur hevur 32 stig, og tá bert eitt umfar er eftir kann Valur í mesta lagi fáa 34 stig.

 

Fríggjakvøldið klokkan 20.30 spælir Valur á heimavølli eina finalu móti Afturelding um annað plássið. Valur hevur 32 stig og Afturelding hevur 31 stig.