Er frí og jøvn atgongd til øll størv fyri øll fólk?
Er tað til dømis truplari hjá einum manni at velja at gerast sjúkrarøktarfrøðingur, enn hjá einari kvinnu at fara í herin?
Hvussu ávirka okkara hugmyndir um “rættar menn” og “rættar kvinnur”, hvørjar útbúgvingar og starvsleiðir tykjast atkomuligar fyri kvinnur og menn?
Komið í Kongshøll á Vestaru Bryggju týsdagin 8. apríl klokkan 15:00 – 16:00, har Helene Pristed Nielsen, granskari og adjungeraður lektari á Setrinum, heldur fyrilestur um kyn og stereotypur í arbeiðslívinum.
Eisini fortelur hon um sínar egnu royndir sum ráðgevi viðvíkjandi fjølbroytni og javnstøðu í donsku sjóverjuni.
Endamálið við fyrilestrinum er at bjóða av, upplýsa og kveikja til umhugsan. Tí hvat er javnstøða í veruleikanum? Og eigur tað at vera eitt mál í sjálvum sær til dømis at hava javnt tal av kvinnum og monnum í sjóverjuni?
Øll eru hjartaliga vælkomin!
GG: Fyrilesturin verður á enskum.