Alsamt fleiri heimleys í Havn

Fólk royna tí at finna sær ból ymsastaðni í miðbýnum í Havn

 

Í nátt klokkan 03 vaknaði ein maður í miðbýnum í Havn av einum illgrunasomum persónur, sum skavaði uttan fyri hjallin hjá manninum.

Tá maðurin, sum átti hjallin, rópti á mannin, og spurdi, hvat hann gjørdi, segði hann, at hann leitaði bara eftir einum stað at sova. Hann fór kortini avstað aftur oman móti býnum.

Einki var brotið ella stolið úr hjallinum, men maður valdi kortini at siga løgregluni frá, tí tað hevur verið so nógv at hoyrt um innbrot í seinastuni.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað er eitt vaksandi tal av fólki í Havn, sum einki stað hava at fara og royna at finna sær ból ymsa staðni í býnum.

– Vit hava sæð nógv smá innbrot ymsastaðni, har tað kann vera slík fólk, sum royna at finna sær eitt stað at sova, segði vaktleiðarin á politistøðini í morgun.