Amboðsfimleikur í Bylgjuni um vikuskiftið

Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið.

Kappast verður bæði í dag, leygardagin, og í morgin, sunnudagin.

73 børn og ung eru meldaði til steypakappingarnar, 35 á mannfólkasíðuni og 38 á konufólkasíðuni. Tey tilmeldaðu eru frá HF, Støkk, Ljósinum og FLOG.

 

Skráin leygardagin:

Kl. 10.00 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn. Hesi kappast í øllum amboðum.

Kl. 14.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir.

 

Amboðini, sum yngru liðini kappast í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini gólv, ringar og beinsveiggj.

Skráin sunnudagin:

Kl. 10.00 byrjar kappingin fyri stig 4, 5 og6 og piltar, smádreingir og dreingir.

 

Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og rekk.

Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.

Gjørt verður vart við, at vegna bygging av svimjihøll er avmarkað við parkeringsplássum við høllina. Víst verður til parkeringsplássini við Barnagarðin á Mýrunum og Skúlan við Løkin. 

 

Fylgjast kann við úrslitinum á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum, www.fimleikur.fo

 

Mynd: Jón K. Joensen