Amerikanski uttanríkisráðharrin er aftur í Ísrael

Hetta er triðju ferð, at Antony Blinken vitjar í Miðeystri, síðan Hamas leyp á Ísrael við rakettum hin 7. oktober.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er í kvøld lendur í  Tel Aviv í Ísrael. Hetta er nakrar tímar, áðrenn fyribils vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas gongur út.

 

Upprunaliga skuldi vápnahvíldin vara í fýra dagar - frá seinasta fríggjamorgni at rokna, men partarnir samdust um at leingja vápnahvíldina við fyribils tveimum døgum aftrat.

 

Hetta er triðju ferð, at amerikanski uttanríkisráðharrin vitjar í Miðeystri, síðan Hamas leyp á Ísrael við rakettum hin 7. oktober, samstundis sum umleið 240 gíslar vórðu tiknir og førdir tll Gazageiran.

 

Í Ísrael skal Antony Blinken hitta ísraelskar leiðarar, og umrøðast skal, um tað ber til at leingja galdandi vápnahvíld, sum altso gongur út stundisliga í morgin.

 

Vápnahvíldin hevur gjørt tað møguligt at fáa neyðhjálp inn til líðandi sivilfólkið í Gazageiranum. Hamas hevur latið gíslar leysar, og Ísrael hevur latið palestinskar fangar leysar.

 

Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at amerikanski uttanríkisráðharrin eisini skal hitta palestinska forsetan á Vestara Áarbakka, Mahmoud Abbas.