Amerikanskur journalistur skal sita 16 ár í russiskum fongsli

Evan Gershkovich, journalistur á Wall Street Journal, er dømdur fyri njósning

Evan Gershkovich, her avmyndaður í rættarsalinum, arbeiddi fyri Wall Street Journal tá hann bleiv handtikin

Í dag fall dómur í málinum móti amerikanska journalistinum Evan Gershkovich. Ein dómstólur í ídnaðarbýnum Jekaterinburg, ikki langt frá Uralfjøllunum, hevur dømt hann fyri njósning og givið honum 16 ára fongsulsrevsing. Tað skrivar arbeiðsgevarin hjá Evan Gershkovich, the Wall Street Journal.

 

32-ára gamli Evan Gershkovich, sum longu hevur sitið fongslaður í 15 mánaðir í illgitna Lefortovo-fongslinum í Moskva, varð handtikin í marts 2023 og skuldsettur fyri njósning – tann fyrsti vesturlendski journalisturin at vera fyri hesi viðferðini síðani einaferð í 1980’unum.

 

Bæði arbeiðsgevari hansara og amerikanska stjórnin hava skýrt ákærurnar móti Gershkovich “falskar” og sagt, at tær eru politiskt grundaðar. Russiskir myndugleikar hava ikki almannakunngjørt nøkur prógv um, at Gershkovich er njósnari.

 

Fangaumbýti kemur kanska uppá tal

 

Hóast lítil ivi hevur verið um, at Gershkovich fór at verða funnin sekur og fáa langa fongsulsrevsing, so er kanska ein lítil vón um, at hann kann gerast ein fríur maður aftur: fangaumbýti

 

Russiski journalisturin Ivan Netjepurenko, sum í løtuni arbeiðir úr Tbilisi í Georgia, hevur fylgt málinum móti Gershkovich.

 

– Øll meta, at russiski staturin ætlar sær at brúka málið móti Gershkovich sum jarnbrot at fáa russarar, sum eru í varðhaldi – antin í USA ella øðrum vesturlendskum londum – leyslatnar, sigur Netjepurenko við New York Times.

 

Í desember 2022 varð amerikanski kurvabóltsleikarin, Brittney Griner, sum í februar sama ár varð handtikin í Russlandi og skuldsett fyri at smugla rúsevni – leyslatin í einum fangaumbýti millum amerikanskar og russiskar myndugleikar. Dmitrij Peskov, sum er talsmaður hjá russiska forsetanum, segði at "handan spurningin fari eg at lata standa ósvarðaðan," tá hann í dag varð spurdur, um fangaumbýti kundi koma uppá tal.

 

Ongir fjølmiðlar hava verið hjástæddir undir rættarmálinum móti Evan Gershkovich, sum hevur verið loyniligt frá byrjan til enda.

 

Evan Gershkovich, her avmyndaður í rættarsalinum, arbeiddi fyri Wall Street Journal tá hann bleiv handtikin