Amerikonsk mikrokipp fyri 28 milliardir krónur endað í Russlandi

Mikrokipp enda í Russlandi, hóast revsitiltøk skulu forða fyri júst hesum

Eitt mikrokipp hjá amerikonsku fyritøkuni Texas Instruments, sum vit vanliga seta í samband við roknimaskinur, varð funnið í eini russiskari rakett á vígvøllinum í Ukraina í 2022

Journalistar á amerikonsku avísini, the New York Times, hava gjørt eitt umfatandi greiningar- og kanningararbeiði, ið vísir, at stórar nøgdir av amerikonskum mikrokippum framvegis í enda í Russlandi.

 

USA hevur annars sett revsitiltøk í verk, sum skulu forða fyri útflutningi av sokallaðari ‘dual-use’ tøkni til Russlands. Dual use-tøkni er tann tøknin, sum kann brúkast til bæði vanlig borgarlig og vinnulig endamál og til hernaðarlig endamál. Eitt mikrokipp kann koyrast í eina telefon, sum verður seld vanligum borgarum, men tað kann eisini brúkast til at gera eitt nú teldustýrdar rakettir ella stríðsvognar.

 

Journalistarnir á the New York Times, sum hava granskað russiskar tollupplýsingar og útflutningsdátur úr ymiskum londum, eru komnir fram til, at gjøgnum skuffufeløg í ymsum londum, so endar ein rúgva av amerkonskum mikrokippum í Russlandi – serliga umvegis Kina. Amerikonsku framleiðararnar megna ikki at fylgja nóg væl við og forða fyri, at tey verða keypt av kundum, sum selja og útflyta tey til Russlands.

 

Sambært serfrøðingum, sum journalistarnir hava tosað við, so vísir hetta, at vónirnar um, at revsitiltøkini móti Russlandi fóru at steðgað russarum í at fáa hendur á amerikonskum mikrokippum, helst vóru ov bjartskygdar.

 

Elina Ribakova, sum er búskaparfrøðingur við tankasmiðjuna Peterson Institute for Interntional Economics í Washington, sigur at við New York Times, at “rákið er broytt. Vit hava ikki longur tamarhald á framleiðsluni av kippum”.

 

Síðani russisku innrásina í Ukraina í februar 2022 hava amerikonsk mikrokipp fyri 4 milliardir dollarar – ella góðar 28 milliardir krónur – funnið vegin fram til Russlands, sambært greiningini hjá the New York Times.

 

Eitt mikrokipp hjá amerikonsku fyritøkuni Texas Instruments, sum vit vanliga seta í samband við roknimaskinur, varð funnið í eini russiskari rakett á vígvøllinum í Ukraina í 2022