Andrias og liðfelagarnir spæla um uppflyting hósdagin

Chojniczanka endaði á einum fimta plássi í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson spældi sum vant allan dystin, tá Chojniczanka spældi seinasta dystin í tríðbestu pólsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Chojniczanka vann á heimavølli 3-1 á Olimpia Elblag. Gamli B36 og KÍ áleyparin, Valerijs Sabala legði Chojniczanka á odda beint undan steðginum. Tomasz Boczek økti til 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki áðrenn útiliðið minkaði um munin til 2-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Wojciech Szumilas sigurin.

 

Andrias og liðfelarnir endaðu á einum fimta plássi í deildini, og tí skulu teir spæla uppflytingar-hálvfinalu móti nummar fýra, Wola á útivølli komandi hósdag klokkan 16.

 

Vinnur Chojniczanka á Wola bíðar ein uppflytingarfinala um rættin at spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.