Annika Lisberg verður virkandi stjóri í Visit Tórshavn

Í samband við at Tordis K. á Rógvi Biskopstø fer í barnsburðarfarloyvi í summar, hevur nevndin í Felagnum Tórshavn sett Anniku Lisberg sum virkandi stjóra í Visit Tórshavn frá 1. august 2025 - 1. septembur 2026. 

 

Annika er í løtuni menningarfólk hjá Visit Tórshavn, har hon hevur starvast síðan 1. januar 2024. Annika hevur ein kandidat í ferðavinnu, umframt royndir úr matstovu- og hotellvinnuni í Danmark og Føroyum. 

 

Felagið Tórshavn rekur Visit Tórshavn, og hevur 5 nevndarlimir. Tveir limir umboða Tórshavnar kommunu, og tríggir umboða vinnuna. Nevndarlimir í Felagnum eru Henny á Líknargøtu frá Smyril Line, forkvinna, Sóley H. Hammer frá Hugskotinum, næstforkvinna, Aleth Nielsen frá Gist & Vist, Herleif Hammer frá Tjóðsavninum og Eirik Suni Danielsen vegna Tórshavnar kommunu.