VIDEO: Annika og liðfelagarnir taptu tepurt í Rumenia

(Video) Nykøbing Falster fekk eitt rættiliga gott útgangsstøðið við sær úr Rumenia til seinnu fjórðingsfinaluna í EHF European League

Fyrr í dag spældu føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara í Nykøbing Falster fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European League á útivølli í Rumenia.

 

Heimaliðið, Ramnicu Valcea vann 32-29. Í steðginum var Ramnicu Valcea á odda 16-14. 

 

Í seinna hálvleiki sá eitt skiftið illa út hjá Nykøbing Falster, ið var aftanfyri 19-27, men við einum góðum endaspurti eydnaðist tað Nykøbing Falster við einum trímálstapi at tryggja sær eitt rættiliga gott útgangsstøðið til returdystin, ið verður leiktur í Næstved sunnudagin 26. mars.

 

Í dag stóð Annika seg hagtalsliga betri enn royndi kappingarneytin, Cecilie Greve. Cecilie Greve bjargaði trimum av 24 málroyndum hjá Ramnicu Valcea, meðan Annika bjargaði trimum at 12 málroyndum, tá hon fekk møguleikan at verja málið hjá Nykøbing Falster.

 

Megna Annika og liðfelagarnir at vinna ein samlaðan fjórðingsfinalusigur sleppa tær at royna seg í Final Four í MVM Dome høllini í Budapest í Ungarn. Tað hevði verið ótrúliga stuttligt hjá føroyskum hondbólti um Annika og liðfelagarnir sluppu at kappast í Final Four 3. og 4. juni. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 er føroyingauppgerð í bestu donsku hondbóltsdeildini, tá Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn taka móti Nykøbing Falster á heimavølli.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá EuroHandball frá dystinum millum Ramnicu Valcea og Nykøbing Falster: 

##med2##