Í morgun, tá vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiddi frá seinasta samdøgrinum, varð eldurin í City Church týskvøldið eisini nevndur.
Tað er greitt, at átaksleiðarin hjá Tórshavnar Sløkkiliði varð tilkallaður at koma í City Church um 22-tíðina sama kvøld, sum eldurin kyknaði stívliga tveir tímar seinni.
Hetta váttaði vaktleiðarin á løgreglustøðini eisini í morgun – uttan at vilja siga meira um málið, fyrr enn kanningarnar av eldsbrunanum eru lidnar.
- Vilja tit vita meira um, hví átaksleiðarin varð tilkallaður fyrr um kvøldið, mugu tit spyrja partarnar í málinum, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Sum skilst, verður eldurin í City Church, sum gjørdi stóran skaða, serliga í stóra salinum og á nógvu útgerðina, helst kannaður í dag, og áðrenn kanningarnar eru lidnar, kann løgreglan ikki siga meira um málið.