Atkvøðutøl avdúkað: Soleiðis gekst Sissal í hálvfinaluni á Eurovision

Fyrireikararnir av Eurovision hava nú avdúkað úrslitini frá hálvfinaluni hósdagin.

Umsíðir var Danmark á máltalvuni í Eurovision-finaluni takkað verið Sissal.

 

Í hálvfinaluni hósdagin eydnaðist tað henni at tryggja Danmark eitt finalupláss við sanginum ‘Hallucination’, sum endaði á einum 23. plássi í finaluni í gjárkvøldið.

 

Og nú hava fyrireikararnir av Eurovision avdúkað atkvøðutølini til hálvfinaluna.

 

Her endaðu Sissal og Danmark á áttanda plássi við 61 stigum. Tað var 20 stig meira enn 11. plássið, sum var markið - og tí kom Danmark trygt víðari.

 

Hægstu stigini komu úr Finnlandi, sum gav átta stig.

 

Tey atkvøddu fyri Danmark.

 

 

Danmark fekk hesi stig í hálvfinaluni hósdagin:

 

  • 8 stig frá Finnlandi .
  • 6 stig frá Avstralia og Bretlandi .
  • 5 stig frá Kekkia og Írlandi .
  • 4 stig frá Týsklandi, Malta, Litava og 'Restin av heiminum'.
  • 3 stig frá Armenia, Eysturríki og Fraklandi
  • 2 stig Lettland og Montenegro .
  • 1 stig frá Ísrael og Luksemborg
  • 0 stig frá Georgia, Grikkaland og Serbai

 

Tilsamans 61 stig.

 

Ísrael fekk toppstig í hálvfinaluni

 

Meðan úrslitið í finaluni - sum Eysturríki vann - varð avgjørt við bæði áskoðara- og dómsnevndaratkvøðum, so vóru tað einans hyggjararnir, sum høvdu valdið í hálvfinaluni.

 

Í hálvfinaluni hósdagin valdu danskir áskoðarar at geva 12 stig til Ísrael, sum eisini vann hálvfinaluna.

 

Vinnarin av fyrru hálvfinaluni var Ukraina.

 

Favorittar sliginir við málstrikuna

 

Eurovision í ár hevur verið full av yvirraskilsum.

 

Lond sum Belgia, Kýpros, Avstralia og Kekkia, sum nógv spáddu fóru at koma í finaluna, vórðu sligin út í hálvfinaluni.

 

Nú vísa atkvøðutølini, at finalan var tøtt hjá fleiri av teimum londunum.

 

Belgia kom á 14. pláss í fyrru hálvfinaluni, meðan Kýpros kom á 11. pláss og júst vóru um at koma víðari í finaluna.

 

Í seinnu hálvfinaluni endaði Avstralia nummar 11 og Kekkia nummar 12.

 

Soleiðis atkvøddu danskir hyggjarar í hálvfinaluni:

 

  • 12 stig: Ísrael
  • 10 stig: Finnland .
  • 8 stig: Lettland .
  • 7 stig: Eysturríki
  • 6 stig: Litava .
  • 5 stig: Luksemborg .
  • 4 stig: Grikkaland
  • 3 stig: Avstralia
  • 2 stig: Írland
  • 1 stig: Malta