Átta børn framdu herverk í Vági

- Vit vita nú, hvørji børnini er, og hetta eru børn úr 3.-5. flokki, sigur løgreglan.

Hin 28. mars fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði verið inni í einum sethúsum í Vági og framt herverk.

 

- Eitt vindeyga í einari hurð var brotið, okkurt innbúgv hevði fingið skaða, og skrivað var inn í veggin, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at eigarin var ikki í húsunum, tá herverkið varð framt. 

 

- Nú er so funnið fram til, hvørjir persónar eru, sum stóðu aftan fyri herverkið henda dagin í Vági, sigur vaktleiðarin.

 

Tað vísir seg nevniliga, at talan er um børn úr 3.-5. flokki, sum hava verið inni í húsunum og framt herverk, átta børn tilsamans.

 

- Málið er tikið upp við foreldrini og barnavernd, og vit kunnu bara fegnast um, at hond kann takast um henda trupulleika beinanvegin, segði vaktleiðarin í morgun.