Avgerðin fellir kanska seinni í dag

Landsstýrismannanevndin hevur fund aftur seinni í dag

Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum er formaður í landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum

Í morgun hevur landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum viðgjørt viðmerkingarnar hjá Ingilín Didriksen Strøm til avgerðina um kæruna frá Jacobi Vestergaard, sum hevur kært landsstýriskvinnuna fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum.

Fundur var í landsstýrismálanevndini klokkan 9 í morgun, men hann er seinni niðurlagdur.

Hans Jacob Thomsen, formaður, sigur við Kringvarpið, at fundurin verður tikin uppaftur seinni í dag.

Umframt Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum eru Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn í landsstýrismálanevndini.

Tað er nevndin sjálv, sum tekur støðu í málinum. Hon nýtist ikki at fyglja løgfrøðisligu ráðgevingini hjá Løgtinginum, um hon ikki er samd við løgfrøðingunum hjá Løgtinginum. 

Um meirilutin vil reinsa landsstýriskvinnuna, so hendir ikki meira - uttan kanska at misálit verður reist í Løgtinginum. Men tað kunnu samgonguummboðini fella.

Annar møguleiki er ein advokatkanning, sum er dýr og tekur drúgva tíð.

 

 

Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum er formaður í landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum