Fleiri eygleiðarar siga, at avgerðin hjá Joe Biden forseta at taka seg úr valstríðnum eru ring tíðindi fyri Donald Trump, sum nú noyðist at útseta valstríðið, eftir at hann hevur fokuserað nógv á persónin hjá forsetanum. - Mynd: Nathan Howard/Reuters

Avgerðin hjá Biden – ring tíðindi fyri leguna hjá Trump

Donald Trump skal nú broyta valstríðið, eftir at hann hevur lagt so nógv eftir persóninum Joe Biden.

Fleiri eygleiðarar siga, at avgerðin hjá Joe Biden forseta at taka seg úr valstríðnum eru ring tíðindi fyri Donald Trump, sum nú noyðist at útseta valstríðið, eftir at hann hevur fokuserað nógv á persónin hjá forsetanum. - Mynd: Nathan Howard/Reuters

Fleiri eygleiðarar siga, at avgerðin hjá Joe Biden forseta at taka seg úr valstríðnum eru ring tíðindi fyri Donald Trump, sum nú noyðist at útseta valstríðið, eftir at hann hevur fokuserað nógv á persónin Joe Biden.

Í fleiri mánaðir hava Trump og hansara fólk miðsavnað meginpartin av sínum valstríði um aldur og heilsu hjá Biden, og nógvar sjónvarpsstøðir hava fleiri ferðir víst fortalilsi ella stamming frá forsetanum.

Ofta hava republikanararnir spottað politiska mótstøðumannin, og á republikansku stevnuni í Milwaukee var valevnið hjá Trump til varaforsetasessin, J.D. Vance, Biden fyri "Fake Scranton Joe" í tilvísing til býin, har Biden er úr.

- Avgerðin hjá Biden um at taka seg aftur eru ring tíðindi fyri Trump, sigur Henry Olsen úr hugsanarbankanum Centre for etikk og almenn politikk.

- Í meiningarkanningunum hevur Biden lægstu viðurkenningina fyri sítt innsats sum forseti, og hann er týðiliga ávirkaður av sínum aldri.

- Tað hevði verið nógv betur hjá Trump at rikið eitt valstríð móti honum enn móti nøkrum øðrum av valevnunum, sum kunnu koma upp á spæl, leggur hann aftrat.

Trump skrivar í síni reaktión upp á avgerðina hjá Biden, at “Rogue Joe var ikki egnaður at vera forseti og at hann greitt ikki er egnaður at verða afturvaldur.”

- Hann megnaði bara at gerast forseti við at koma við lygnum, við falstíðindum og við ongantíð at fara úr sínum kjallara. Øll rundan um hann - eisini lækni hansara og fjølmiðlar - vita, at hann ikki var egnaður at vera forseti, og tað var hann ikki, skrivar Trump og leggur aftrat:

- Og hygg nú eftir, hvat hann hevur gjørt við okkara land, har milliónir streyma tvørtur um okkara landamørk - uttan tamarhald. Nógv úr fongslum og psykiatriskum stovnum og metnógvir yvirgangsmenn. Vit skulu líða og gjalda ein tungan prís fyri hansara forsetaembæti. Men vit fara at rætta skaðan sera skjótt. Make America great again!"

AFP