B36 heldur fram í steypakappingini

Løgmanssteypið: Tvey brotsspørk bóru 2-0 leiðslu við sær, áðrenn skálamenn svaraðu aftur, og so var tað í eina løtu spenningur í

B36 hevur í kvøld tryggjað sær luttøku í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Um eina lítla løtu verður lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinaluni, sum verður hósdagin 9. mai. Lutakastið verður á Svangaskarði, og tað ber til at fylgja við á Rás1 í Televarpinum.

 

Í pottinum eru hesi átta: Víkingur, NSÍ, B68, EB/Streymur, HB, B36, AB og TB

 

Tað gekk javnt á undan steðginum í Gundadali. Lítla løtu undan steðginum vildi dómarin Alex Troleis vera við, at B36 átti brotsspark. Skálamenn vóru als ikki samdir, men Zean Peetz Dalügge umsetti úr ellivu metrum og so var 1-0.

 

Beinanvegin eftir steðgin vildi dómarin vera við, at tað aftur var brotsspark til B36. Skálamenn yptu øksl og smíltust, og Karstin Hansen í Skálamálinum hálvbjargaði royndini hjá Zean Peetz Dalügge, sum var fyrstur á returbóltinum.

 

Stórar 10 minuttir undan leikloki var Dávid Johansen fyrstur á, tá ið Bjarti Thorleifsson hevði roynt seg við frísparki, sum Silas Eyðsteinsson í B36 málinum hevði hálvbjargað.

 

Fimm minuttir undan leikloki var tað Andrass Johansen, sum í kvøld var í verjukendum leikluti á miðvøllinum, sum staðfesti 3-1 sigurin.

 

 

 

B36 – Skála 3-1 (1-0)

 

1-0: Zean Peetz Dalügge br

 

2-0: Zean Peetz Dalügge

 

2-1: Dávid Johansen

 

3-1: Andrass Johansen

 

Dómari: Alex Troleis