B71 heldur fram í somu øði

1. DEILD: Heimasigurin í dag ímóti FC Hoyvík ber við sær, at B71 styrkti um sína støðu í kappingini um at flyta upp

Mynd: B71

Tað gongur strúkandi hjá sandoyinum. Eftir sjeynda umfar, sum var í dag, eru teir væl og virðiliga á uppflytingarkós. B71 hevur 16 stig og er næstfremst. Tað er eitt stig fram til næstbesta liðið hjá B36, og tað eru fimm stig aftur til FC Suðuroy, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn B71.

 

Í dag høvdu sandoyingar vitjan av FC Hoyvík, ið er eitt av feløgunum, sum roynir at bjóða B7q av í kappingini um at vinna uppflyting.

 

Sandoyingar vunnu 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Tvífaldur málskjútti var Jónatan Kjærbo, sum nú hevur skorað fýra mál í næstbestu deildini í ár. 19 ára gamli framrættaði spælarin hevur av álvara fingið blóð á tonna sum málskjútti. Umframt tey fýra málini í 1. deild hevur hann sambært FaroeSoccer skorað sjey mál í U21 kappingini ella til saman 11 mál.

 

Fyrra málið skoraði Jónatan Kjærbo í 21. minutti og eftir upplegg frá Romulo Cicolin Bosqueiro, og seinna málið skoraði hann tveir minuttir undan leikloki, og tað var við frísparki. Vindurin hjálpti til, at bólturin sigldi í málið, sigur góða frágreiðingin á dystir.fo.

 

Hóast B71 vann við tveimum málum, so siga tølini at talan var um javnan dyst. Eitt nú vann B71 trý hornaspørk, meðan FC Hoyvík vann fimm hornaspørk.

 

FC Hoyvík hevur í sjey umførum bara vunnið eitt stig og er aftast.

 

Í 8. umfari fær B71 vitjan av Víkingi, meðan FC Hoyvík fær vitjan av AB.

 

  

 

Mynd: B71