Báðir miðverjarnir eru leikbannaðir

Hjá Víkingi fær Jørgen Nielsen í dag møguleikan millum teir fyrstu ellivu

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av EB/Streymi.

 

Hjá EB/Streymi rakar tað meint, at hvørgin av teimum, sum plaga at manna miðverjuna, eru á liðnum í dag. Bæði liðformaðurin Andras Ó. Olsen og Mikkjal Hellisá eru leikbannaðir. Harafturat er tað smeitur, at Rógvi Egilstoft er burturstaddur.

 

Hjá Víkingi er tað merkisvert, at Jørgen Nielsen í dag er millum teir fyrstu ellivu. Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar eru millum teir, sum sita á beinkinum, og Martin Klein Joensen er ikki á listanum.

 

Signar á Brúnni og Jákup Johansen eru ikki á listanum. Teir eru skaddir.