Bara annar kemur í finaluna

Champions League: Real Madrid og Bayern Munchen hava metið fyri flestar hálvfinalur, men bara annar sleppur í finaluna

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan millum Bayern Munchen og Real Madrid í Champions League kappingini. Hetta er 13. ferð, at Bayern Munchen er í hálvfinaluni, síðani at kappingin broytti navn til Champions League.

 

Bara eitt felag hevur verið oftari í hálvfinaluni. Tað er mótstøðuliðið Real Madrid. Hetta er 17. ferðin, at Real Madrid er í hálvfinaluni. Real Madrid er eisini felagið, sum hevur vunnið kappingina oftast.

 

Bayern Munchen stendur fyri fyrstu ferð í 11 ár uttan meistaraheitið. Tað kundi næstan sæð út sum, at heimurin ikki vil unna Harry Kane eitt steyp. Einasti møguleikin hjá enska málrevinum í ár er at vinna Champions League – ella EM í summar.

 

Real Madrid hevur kós móti spanska meistaraheitinum og setti favorittarnar úr Manchester City av seinast. Gestirnir eru uttan roynda høgrabakkin Dani Carvajal.

 

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20. Í annaðkvøld møtast Borussia Dortmund og PSG í hinari hálvfinaluni.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Bayern: Neuer; Kimmich, Kim, Dier, Mazraoui; Goretzka, Pavlović; Sané, Musiala, Guerreiro; Kane

 

Real Madrid: Lunin; Vázquez, Tchouaméni, Rüdiger, Mendy; Valverde, Kroos, Camavinga, Bellingham; Vinícius, Rodrygo

 

Leikbann: Carvajal