Barack Obama stuðlar Joe Biden eftir vánalgt kjak

Valið í USA er millum ein persón, sum stríðist fyri vanligum fólki og ein lygnara, skrivar Barack Obama.

Kjakið hósdagin hevur ikki broytt nakað fyri Barack Obama, sum Joe Biden var varaforseti fyri millum 2009 og 2017. (Arkivmynd). - Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi amerikanski forsetin úr demokratunum, Barack Obama, stuðlar framvegis sínum floksfelaga, Joe Biden, sum er núverandi amerikanskur forseti, hóast hansara avrik í kjakinum móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, úr republikanska flokkinum hósdagin.

Hetta skrivar Obama í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

- Eg veit alt um ikki at klára meg so væl í einum kjaki. Men amerikanska valið er framvegis millum onkran, sum hevur stríðst fyri vanligum fólki alt sítt lív og ein, sum bara hugsar um seg sjálvan, stendur í boðunum.

Biden hevur fingið harða atfinningar í miðlunum og frá eygleiðarum fyri avrik hansara í kjakinum. Fleiri hava heitt á hann um at taka seg úr valinum, sum verður 5. november.

Men kjakið hevur ikki broytt nakað fyri Obama, sum Biden var varaforseti hjá millum 2009 og 2017.

- Valið stendur millum ein persón, sum sigur sannleikan og dugir at skilja ímillum, hvat er rætt og skeivt, og sum sigur tingini beint við amerikanska fólkið, og ein persón, sum lýgur fyri at bjarga sítt egna skinn, skrivar Obama.

- Tað broytti einki í gjárkvøldið (hóskvøldið lokala tíð, red.), og tí stendur so nógv uppá spæl á valinum í november.

Liberali amerikanski miðilin The New York Times hevur fríggjakvøldið lokala tíð heitt á Biden um at leggja frá sær sum valevni.

- At vóna, at amerikanarar síggja ígjøgnum fingrarnar við aldrinum og veikleikanum hjá Biden er ein ov stórur møguleiki at taka, stendur at lesa í einum blaðnum.

Kjakið millum Biden og Trump var tað fyrsta av tveimum í ágangandi valstríðnum. Teir møtast aftur 10. september.

81 ára gamli Biden hevur eftir kjakfundin hósdagin viðgingið, at hann ikki kjakast so væl, sum hann plagdi.

- Men eg dugi at siga sannleikan. Eg dugi at skilja rætt frá skeivt. Eg veit, hvussu eg skal handfara hetta arbeiðið, segði hann á einum valfundi í statinum North Carolina.

/ritzau/

 

Kjakið hósdagin hevur ikki broytt nakað fyri Barack Obama, sum Joe Biden var varaforseti fyri millum 2009 og 2017. (Arkivmynd). - Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix