Barbara tekur sæti á Fólkatingi í dag

Fyri fyrstu ferð eru maður og kona umboðað í tveimum politiskum føroyskum størvum, hon fólkatingskvinna og hann landsstýrismaður

Av tí at Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum er farin í farloyvi í nakrar vikur úr Fólkatinginum tekur Barbara Gaardlykke Apol sæti í hansara stað næstu tríggjar vikurnar.

 

Barbara Gaardlykke Apol var nummar fýra á listanum hjá Javnaðarflokkinum til seinasta fólkatingsval. Men av tí at Ingilín Didriksen Strøm og Aksel V. Johannesen, sum eru landsstýrisfólk og løgmaður, ikki kunnu møta, eru boð eftir nummar fýra á listan.

 

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at hon tekur sæti á Fólkatingi. Men fyrstu ferð síðani seinasta fólkatingsval.

 

Barbara Gaardlykke Apol og Bjarni Kárason Petersen eru par – og hetta er fyrstu ferð, at ein landsstýrismaður hevur konu fólkatingi – og øvugt at ein ein fólkatingskvinna hevur mann í landsstýrinum. Tey umboða eisini hvør sín flokk, hon Javnaðarflokkin og hann Framsókn.

 

Hetta er eisini fyrstu ferð, at tvær kvinnu umboða Føroyar á Fólkatingi – og tað gera tær eisini altjóða kvinnustríðsdagin, sum er fríggjadagin.

 

Barbara Gaardlykke Apol sigur við in.fo, at akkurát hesa vikuna er »ferðavika« í Fólkatinginum, tá fólkatingsnevndir eru uttanlands, so skráin er ruddað.

 

– Men eg ætlaði at reisa onkrar fyrispurningar til ministarar, og í aðru viku fari eg til Svøríkis á eina ráðstevnu fyri arktiskar tinglimir, sigur hon.

 

Hon fer eisini at varpa ljós á nakrar av teimum markaforðingunum, sum føroyingar kunnu møta í donskum skipanum.

 

– Hetta er nakað, eg legði stóran dent á undir valstríðnum, og tí ætli eg mær sjálvandi at nýta møguleikan at seta sjóneykuna á tað, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

 

Hon sigur eisini, at tað er av stórum týdningi at gera seg galdandi á teimum altjóða pallum, vit fáa atgongd til. Ikki minst, tá tað snýr seg um háaktuell mál, so sum viðurskifti í Arktis.

 

Hetta er triðju ferð, at Barbara Gaardlykke Apol tekur sæti á fólkatingi. Fyrstu ferð var í mars 2020, og aðru ferð var í mai 2021.

 

Soleiðis fullu atkvøðurnar á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta fólkatingsvali 31. oktober í 2022:

 

1. Sjúrður Skaale: 3806

 

2. Ingilín Didriksen Strøm: 578

 

3. Aksel V. Johannesen: 573

 

4. Barbara Gaardlykke Apol: 461

 

5. Jóan Pauli Dahl Jakobsen: 346

 

6. Kristianna Winther Poulsen: 273

 

7. Eyðgunn Samuelsen: 214

 

8. Henrik Old: 209

 

9. Djóni Nolsøe Joensen: 198

 

10. Bjarni Hammer: 191

 

11. Jóhannis Joensen: 169

 

12. Sigrið Sámalsdóttir Hentze: 114

 

13. Bjørg Dam: 99