Barcelona vann aftur “El Clasico”

La Liga: FC Barcelona her í mótvindi uttanfyri vøllin, men á vøllinum eru teir 12 stig fremst

FC Barcelona vann í kvøld 2-1 á Real Madrid í sonevndu “El Clasico” uppgerðini millum arvafíggindarnar í sponskum fótbólti. Sigurin hevur við sær, at FC Barcelona nú er 12 stig frammanfyri Real Madrid.

 

Katalanska stórfelagið er í fíggjarligari kreppu og er undir illgruna, fyri at hava goldið pengar fyri at fáa dømingar í sín lut. Tað fyrra er væl dokumentera, meðan seinna enn er ein illgruna, sum forsetin í felagnum av øllum alvi royni at siga ikki passar.

 

FC Barcelona skal hava goldið fleiri milliónir krónur til eina fyritøku hjá varastjóranum í dómarafelagnum fyri greiningar av dómaraavrikum í tíðarskeiðnum frá 2001 til 2018. Hetta verður í løtuni kannað av La Liga, men kemur helst ikki at hava ítróttarliga avleiðingar, tí málið er fyrnað á tí økinum.

 

Á vøllinum hevur FC Barcelona fingið nakað av uppreisn í heimligu kappingini. Í kvøld kundi krúnan setast á góðu avrikini í landskappingini. Real Madrid kom á odda í fyrra hálvleiki, men við seinasta sparkinum í fyri hálvleiki javnaði Sergio Roberto.

 

Í yvirtíðini skoraði innskifti Franck Kessie 2-1 til heimaliðið, sum harvið vann 2-1 og nú er risafavorittur at vinna La Liga. FC Barcelona vann eisini “El Clasico” fyri trimum vikum síðani í fyrru hálvfinaluni í sponsku steypakappingini.

 

1Barcelona26222249:968
2Real Madrid26175451:2156
3Atlético Madrid26156542:1951
4Real Sociedad26146635:2448
5Real Betis26136734:2645
6Villarreal26125932:2441
7Athletic Bilbao261061036:2836
8Rayo Vallecano2699831:3036
9Osasuna26971022:2734
10Celta de Vigo26971032:3534
11Mallorca26951222:2732
12Girona26871140:4131
13Getafe26781127:3429
14Sevilla26771229:4228
15Cádiz266101021:3828
16Real Valladolid26841420:3828
17Espanyol26691132:4227
18Almería26751430:4526
19Valencia26751428:3126
20Elche26271719:5113