Bergur Løkke skiftir úr Vinstra til Moderaterna

Sonur Lars Løkke Rasmussen, Bergur Løkke Rasmussen, ger nú sum pápin og fer úr Vinstra í flokkin, sum pápin stovnaði í fjør.

 

ES-tingmaðurin og limur í regiónsráðnum í Region Hovedstaden, Bergur Løkke Rasmussen, sum er sonur Lars Løkke Rasmussdn, skiftir frá Vinstra til Moderaterna.

– Nú gleði eg meg til, saman við mongum øðrum góðum kreftum, at herja á arbeiðið við at forma ES politikkin hjá Moderatunum, passa starv mítt í ES tinginum og Region Hovedstaden og haldi fram við góða samstarvi mínum við bæði núverandi og fyrrverandi politiska starvsfelagar, skrivar hann á Facebook.

Afturi í 2019 fekk hann á evropatingsvalinum 11.615 persónligar atkvøður og var fyrsti varamaður fyri Vinstra.

Eftir at Søren Gade aftur varð valdur í Fólkatingið á seinasta vali í november, fór hann úr ES tinginum, og Bergur Løkke Rasmusssen fekk harvið sess hansara í Brússel.

Skiftið setti tingini í perspektiv.

– Tað hevur tankarnar í gongd hjá mær um at vera 100 prosent vísur og erligu yvir fyri mær sjálvum, í mun til, hvar eg skal standa politiskt og best møguligt kunna liva upp til ta ábyrgd og skyldu, sum er í tí at sita í Evropatinginum, sigur Bergur Løkke Rasmussen við Berlingske.

Hann upplýsir fyri Berlingske, at tað eitt ávíst, sum hevur gjørt, at hann betri sær seg sjálvan í Moderatunum.

– Tað snýr seg meira grundleggjandi um tann mátan, farið verður undir avbjóðingarnar. Vit ksulu vera meira opin fyri, at ES møguliga skal hava størri fíggjarætlan, og at tað skulu vera fleiri samstarvsøki, sum ikki eru til í dag. Tí vit standa yvir fyri einum permakrepputíð og nógvum stórum avbjóðingum, sum vit skulu loysa saman, sigur hann við Berlingske.

Í ES tinginum er hann limur í flutnings- og ferðafólkanenvdini. Harumframt er Bergur Løkke Rasmussen varamaður í Regionaludviklingsudvalget, Udvalget om Borgernes Rettigheder og Retlige og Indre Anliggender og Delegationen for Forbindelserne med Iran.

Bergur Løkke Rasmussen byrjaði yrkisleiðina í Vinstra, tá hann sum 17 ára gamal meldaði seg inn í Venstres Ungdom í Græsted.

Í tíðarskeiðinum 2014 til 2017 var hann limur í Region Hovedstaden, har hann varð afturvaldur í 2021.

/ritzau/