Biden leggur dent á tørvin á vápnahvíld

Á fundi millum Joe Biden og Benjamin Netanyahu legði forsetin dent á tørvin á vápnahvíld í Gaza.

Amerikanski forsetin, Joe Biden (høgrumegin) tekur lógvatak saman við ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu (vinstrumegin) á fundi í ovalu skrivstovuni í Hvítu Húsunum í Washington, D.C. 25. juli. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hitti forsætisráðharran í Ísrael, Benjamin Netanyahu, mikunáttina til okkara tíð.

Biden heitti á ísraelska forsætisráðharran um at finna semju um vápnahvíld í Gazageiranum, gera tað lættari at fáa neyðhjálp inn í økið og verja sivil mannalív.

Tað upplýsa Hvítu Húsini í tíðindaskrivi.

Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir hitta andlit til andlits, síðani Biden ferðaðist til Ísrael dagarnar eftir álopið hjá palestinsku rørsluni Hamas 7. oktober.

Fundurin fellur saman við stórum rembingum í amerikanskum politikki.

Sunnudagin tók Biden seg aftur sum forsetavalevni eftir trýst frá starvsfeløgunum í Demokratiska flokkinum, og tók í staðin undir við varaforsetanum, Kamala Harris, sum valevni.

- Vit hava nógv at tosa um, segði Biden, tá hann bjóðaði Netanyahu vælkomin í ovalu skrivstovuna.

Talsmaðurin fyri tjóðartrygd í Hvítu Húsunum, John Kirby, sigur, at framvegis eru ósemjur millum Ísrael og hernaðarfelagsskapin Hamas.

Men vit eru "nærri enn nakrantíð áður".

- Báðir partar mugu gera semjur, sigur Kirby.

Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Matt Miller, sigur:

- Eg haldi, at boðskapurin frá amerikonsku síðuni á fundinum verður, at vit mugu fáa hesa avtaluna gjørda.

Netanyahu hevði góð orð til Biden undan fundinum.

- Eg vil takka tygum fyri 50 ár í almennari tænastu og 50 ára stuðli til Ísraelsríkið, og eg gleði meg at tosa við tygum í dag og arbeiða saman við tygum komandi mánaðirnar, segði hann.

Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, hitti eisini Benjamin Netanyahu í gjárkvøldið.

Hon segði við Netanyahu, at hon er "sera ørkymlað" um kríggið í Gazageiranum og ofrunum. Hon heitti eisini á ísraelska forsætisráðharran um at fáa eina friðaravtalu í lag.

Í dag skal Netanyahu hitta forsetavalevnið hjá republikanska partinum, Donald Trump, í Florida.

Hann hevur eisini hitt Elon Musk, sum er stjóri í elbilaframleiðaranum Tesla og loftrúmdarfyritøkuni SpaceX.

/ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden (høgrumegin) tekur lógvatak saman við ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu (vinstrumegin) á fundi í ovalu skrivstovuni í Hvítu Húsunum í Washington, D.C. 25. juli. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix