Biden og Netanyahu hava tosað saman í telefon

Sambært heimasíðum hjá Hvítu Húsunum heitti Joe Biden enn einaferð á ísraelska forsætisráðharran um at fáa í lag vápnahvíld i Gazageiranum.

Í kvøld vita tey í Hvítu Húsunum at siga, at amerikanski forsetin og ísraelski forsætisráðharrin í dag hava tosað saman í telefon.

 

Sagt verður, at ríkisleiðararnir serliga hava snakkað um býin, Rafah í Gazageiranum, sum liggur nærindis markinum til Egyptaland.

 

Ísrael hevur sagt, at Rafah er seinasti skansin hjá Hamas, og at ætlanin er at fara inn í býin við ísraelskum herdeildum.

 

Fleiri lond og harímillum eisini USA hava heitt á Ísrael um ikki at fara inn í býin, tí stúrt verður fyri, at nógv sivilfólk fara at doyggja.

 

Umframt tey, sum búleikaðust her fyri kríggið, eru nógvir palestinar eisini flýddir til Rafah undan ísraelsku álopunum.

 

Hvítu Húsini vita at siga, at Joe Biden og Benjamin Netanyahu eisini umrøddu ísraelsku gíslarnar, sum Hamas framvegis hevur í fangilsi.

 

Sambært heimasíðum hjá Hvítu Húsunum heitti Joe Biden enn einaferð á ísraelska forsætisráðharran um at fáa í lag vápnahvíld.

 

Amerikanski forsetin hevur áður heitt á ísraelska forsætisráðharran um ikki at fara inn í Rafah við sínum herdeildum.