Bilbumba í Moskva: Leiðari í fregnartænastuni illa løstaður

Ráðgevi hjá Zelenskyj vísir aftur, at Ukraina hevur nakað við bumbuna at gera

Myndugleikarnir í Moskva kanna í løtuni ein tilburð, har tvey fólk vórðu løstað, tá ið bilur teirra fór í luftina í dag.

 

Tað skriva fleiri russiskir miðlar í dag.

 

Irina Volk, talskvinna í russiska innanríkisráðnum, boðaði á einum tíðindafundi frá, at atvoldin til brestin var ein bumba, ið varð fest undir bilin. Russiskir miðlar skriva, at bilbumban var ætlað einum høgtstandandi embætismanni í russiska verjumálaráðnum.

 

Russiska handilsavísin, Kommersant, endurgevur dulnevndar keldur innan løgregluna, sum siga, at talan er um Andrej Torgasjev – ið eftir øllum at døma starvast innnan russisku hernaðarfregnartænastuna, GRU – og konu hansara. Keldurnar vilja vera við, at støðan hjá Torgasjev er hættislig, og at hann misti bæði beinini í brestinum.

 

Telegram-kanalin Astra skrivar, at Torgasjev starvast sum varaleiðari í einari GRU-eind, sum fæst við fylgisveinasamskifti.

 

Kanningarnevndin – sum er ein russisk løgreglueind, ið kann sammetast við amerikonsku samveldisløgregluna, FBI – kannar í løtuni málið sum morðroynd, men boðar frá, at enn ber ikki til at útiloka, at málið fer at verða kannað sum yvirgangur.

 

Russiskir statsriknir miðlar vísa aftur, at Torgasjev er løstaður í brestinum, og føra fram, at onkur annar var í bilinum, tá ið bumban brast.

 

Mykhailo Podoljak, sum er ráðgevi í ukrainska forsætisráðnum, sigur, at Ukraina onki hevur við bumbuna at gera.

 

“Tað eg veit, so var onkur feilur við bensintanganum,” segði ráðgevin.

 

Síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022 hava fleiri tilburðir við bilbumbum verið í Russlandi. Á sumri í 2022 varð dóttur konservativa ideologin, Aleksandr Dugin, dripin í eini bilbumbu, sum varð ætlað pápanum, og í maj 2023 varð Kreml-sinnaði rithøvundurin, Zakhar Priljepin, særdur í eini bilbumbu í Nizjnij Novgorod-økinum nakað eystanfyri Moskva.