Bilførari rendi inn í Etika á Høgabóli

Bilurin er illa farin, og bygningurin fekk eisini nakað av skaða. Blóðroynd er tikin av bilføraranum.

 

Í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Saltangará sum á myndunum sær nokso ógvusligt út.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilurin hevur koyrt inn í bygningin, har Etika heldur til á Høgabóli.

 

Um bilurin er komin niðan av bryggjuni - ella hvussu bilførarin hevur koyrt - veit vaktleiðarin ikki at siga.

 

At síggja til hevur stoyturin verið harður, tí bilurin er rættiliga illa farin, og bygningurin hevur eisini fingið nakað av skaða.

 

Tíbetur er førarin eftir øllum at døma sloppin rímiliga væl burturúr hendingini, tí einki verður sagt um mansskaða.

 

Vaktleiðarin sigur, at blóðroynd er tikin av bilføraranum, men tað fer at taka eina tíð, áðrenn úrslitið av royndini fyriliggur.

 

- Hetta plagar at taka einar tvær til tríggjar vikur, sigur hann.

 

Lagt verður aftrat, at tá blóðroynd verður tikin, kann tað líka so væl vera fyri at útiloka, at rúsdrekka kann knýtast til hendingina.

 

##med2##

 


 

 

Hetta sær nokso ógvusligt út, og tað er trupult at ímynda sær, at hetta verður bilur aftur.