Bjarki sleppur ikki á lista A á Sandi

Í gjár fekk Bjarki Henriksen, bygdarráðslimur á Sandi, boð um, at hann ikki sleppur at stilla upp fyri lista A, sum hann hevur umboðað í bygdarráðnum í átta ár.

Tað var Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri, sum gav honum boðini, váttar Bjarki Henriksen.

Brandur Sandoy er ikki bygdarráðslimur. Hann stillaði ikki upp á valinum seinast, men tað gjørdi kona hansara, sum varð vald.

– Brandur gav mær boðini í gjárkvøldið, og hann segði orsøkina vera, at hann væntaði, at eg fór at atkvøða fyri beiggja mínum sum borgarstjóra, sigur Bjarki Henriksen.

Bjarki Henriksen er valdur fyri lista A. Beiggi hansara, Kristian Oskar J. Henriksen, er valdur fyri lista C, sum hevur meirilutan í bygdarráðnum.

Bjarki Henriksen sigur seg ikki skilja hetta.

– Eg haldi, at menn skulu taka tað róligt. Eingin er valdur enn, sigur Bjarki Henriksen.

Men fyri tað um hann ikki sleppur á listan, so væntar hann, at pláss verður fyri sær á onkrum øðrum lista. Spurdur, um hann so fer at stilla upp fyri lista C sigur hann, at tað kann vera.

– Ella fyri onkran annan lista. Eg hevði 32 atkvøður, og tað ger mun, tá bygdarráðið skal skipast, sigur hann.

Á seinasta kommunuvali vóru bara 5 atkvøður á muni millum listarnar á Sandi. Lista A fekk 180 atkvøður og listi C fekk 185 atkvøður. 

Sitandi borgarstjóri á Sandi, Heri Sverrason, sum var fyrst valdur á lista C, fekk 46 atkvøður. Hann hevur sagt, at hann stillar ikki uppaftur. Men enn eru listarnir ikki gjørdir.

##med2##