Bjóða út grundøki í Kollafirði til raðhúsa- ella íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir nú ein part av matrikkli nr. 203c í Kollafirði, umleið 4.480 m2, til sølu til bústaðarbygging.

– Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at bústaðirnir skulu gerast sum íbúðir og/ella raðhús. Bústaðirnir kunnu verða bygdir sum eigara- og/ella leigubústaðir, skrivar Tórshavnar kommuna

 

Freistin at lata inn tilboð er 10. juli 2023 klokkan 12.

 

Bæði kommunuætlanin og bústaðarpolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu mæla til, at vit byggja fleiri bústaðir í kommununi.

 

Tilflytingin hevur verið stór seinastu árini, og kommunan er tí í troti við bústøðum.

 

Í Tórshavnar kommunu er eitt politiskt ynski um at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og á vári 2022 var farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matrikkli nr. 203c í Kollafirði til at byggja bústaðir á. Tíverri kom einki boð inn.

 

Trotið á bústøðum og politiska ynskið um fleiri búeindir stendur tó við, og tí verður lendið við hesum bjóðað út aftur, skrivar kommunan.