Blaðið Wall Street Journal skrivar, at egyptisk embætisfólk upplýsa, at Hamas og Ísrael eru samd um at leingja vápnahvíldina við enn einum degi.
Hvørki Hamas ella Ísrael hava sambært tíðindastovuni Reuters viðmerkt upplýsingarnar um, at vápnahvíldin er longd við einum degi.
Wall Street Journal skrivar, at roknað verður við, at tað á áttanda degi í vápnahvíldini fara at verða latnir leysir tíggju av gíslunum, sum Hamas tók í álopunum á Ísrael 7. oktober.
Størsti parturin av teimum eru børn og kvinnur, skrivar Wall Street Journal.
Núverandi vápnahvíldin gongur alment út í morgun klokkan 06, men nú ljóðar altso frá egyptiskum embætisfólkum, at hon er longd við einum degi. Um so er, fer hon í minsta lagi at vara til í morgin, leygardagin.
Egyptaland hevur saman við USA og Qatar verið meklari millum Ísrael og Hamas um vápnahvíld.
Í gjárkvøldið segði amerikanska stjórnin, at hon vil halda fram við samstarvinum við Qatar og Egyptaland um at leingja tað, sum Hvítu Húsini verður nevnt ein humaniterur steðgur.
Avtalan skal vera komin í lag, meðan amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken er í Ísrael.
Her hevur hann tosað við tey ovastu í ísraelsku stjórnini og heitt á tey um at leingja steðgin í bardøgunum.
Hann heitti eisini á Ísrael um at varðveita eina sivila »verjuætlan«, sum vísir á nøkur støð – teirra millum sjúkrahús og annað kritiskt undirstøðukervi – har sivil kunnu vera trygg.
Mark Regev, sum er ráðgevi hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin netanyahu, segði í gjár, at Ísrael er opið fyri at leingja vápnahvíldina, um Hamas bindur seg til at lata leysar fleiri gíslar.
Ísrael hevur áður sagt, at Hamas skal lata leysar tíggju gíslar um dagin fyri, at Ísrael vil halda steðg í bardøgunum.
Í gjár lat Hamas tilsamans Reyða Krossi átta gíslar, sum eru komnir aftur til Ísraels.
Um midnáttarleitið okkara tíð boðaðu ísraelsku fongsulsmyndugleikarnir frá, at 30 palestinskir fangar, sum hava sitið í ísraelskum fongslum, vóru latnir leysir.
/ritzau/