Stórur partur av Bakhmut er í knúsi. Her búðu stívliga 70.000 fólk fyri russisku innrásina, men nú bardagar hava verið um býin í fleiri mánaðir, er meginparturin av sivilfólkinum flýddur.

Blóðugir bardagar í miðbýnum í Bakhmut

- Vit stríðast fyri hvørjum metri so hvørt, vit nærkast miðbýnum í Bakhmut, siga Wagner-herdeildirnar.

Stórur partur av Bakhmut er í knúsi. Her búðu stívliga 70.000 fólk fyri russisku innrásina, men nú bardagar hava verið um býin í fleiri mánaðir, er meginparturin av sivilfólkinum flýddur.

Tíðindini úr Ukraina í morgun siga, at tað eru harðir bardagar í miðbýnum í Bakhmut har eysturi í Ukraina.

 

Hetta verður sambært tíðindastovuni NTB váttað frá báðum pørtum í krígnum.

 

Bardagin um býin, sum seinastu tíðina hevur verið miðdepilin í krígnum, er hin longsti og blóðugasti higartil.

 

- Hermenn hjá Wagner-herliðunum taka seg fram á øllum mótum og royna at bróta ígjøgnum okkara verjuskansar fyri at sleppa inn í miðbýin.

 

Hernaðarleiðslan í Ukraina sigur í morgun, at tey hava elvt russisku herdeildunum, sum royna at taka Bakhmut, stór tap.

 

Wagner-deildirnar eru privatir russiskir leiguhermenn, sum berjast á russiskari síðu í krígnum, og teir siga, at teirra herdeildir nú nærkast miðbýnum.

 

- Vit stríðast fyri hvørjum metri so hvørt, vit nærkast miðbýnum í Bakhmut, siga Wagner-herdeildirnar sambært NTB í morgun.

 

 

 

 

 

Stórur partur av Bakhmut er í knúsi. Her búðu stívliga 70.000 fólk fyri russisku innrásina, men nú bardagar hava verið um býin í fleiri mánaðir, er meginparturin av sivilfólkinum flýddur.