Tað var roykávaringarskipanin á Eygnadeildini á Landssjúkrahúsinum, sum fór í gongd, og tí fór alt sløkkiliðið avstað, so sum tað sjálvandi skal, tá slíkar fráboðanir eru.
Talan var tíbetur ikki um eld. Staðfest var, at tað var ein sensorur á Eygnadeildini, sum hevur verið órógvaður av onkrum, sum tíbetur ikki var roykur.
Eins og fleiri aðrir bygningar, so hevur Landssjúkrahúsið eina ABA skipan, sum hevur beinleiðis samband við Tórshavnar Sløkkilið. Tá ein alarmur fer í gongd, so koma boðini beinleiðis niðan á Brandstøðina í Havn, sum sendir sløkkiliðið á staðið.
Men, sum tað plagar at verða sagt, heldur eitt útkall ov nógv enn eitt ov lítið.
##med2##
##med3##