Børn og ung royna parasport

Parasport Føroyar bjóðar 25. januar børnum og ungum við serligum tørvi at royna Special Olympics ítrótt í Klaksvík.

Ongi ítróttarlig ella onnur krøv eru fyri at luttaka í tiltakinum, men Parasport Føroyar viðmælir, at fylgjarar koma við temum, ið hava trupult við at skilja boð ella á annan hátt hava størri tørv á stuðli. ‍Høvið verður at royna ítróttirnar svimjing, boccia, fótbólt og fimleik. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna. 

 


Skrá

Kl. 10.00         Vælkomin

‍Kl. 10.15         Felags upphiting

‍Kl. 10.30         Ítróttir: fimleikur, svimjing og fótbóltur‍

Kl. 11.15         Stuttur steðgur

Kl. 11.15         Ítróttir: fimleikur, fótbóltur og boccia

Kl. 11.45         Miðmáli - allir luttakarar fáa eina ókeypis tvíflís og okkurt drekkandi‍

Kl. 12.15         Ítróttir: svimjing og boccia‍

Kl. 13.00         Takk fyri í dag


Praktiskt

Við tilmelding verður spurt um ymiskt, soleiðis at hóskandi bólkar kunnu verða settir saman.

 

Tilmelding fer fram á https://form.jotform.com/250133404169348 


Ein lítil miðmáli er íroknaður, og tað verður mælt til at siga frá møguligum ovurviðkvæmi, tá ið tit melda til.

Møtið í ítróttarklæðum - ella havið venjingarklæðir og venjingarskógvar við. Tey, ið skulu svimja, mugu taka svimjiklæðir og handklæði við. Møguleiki er at skifta í skiftirúminum á staðnum.

 

Freistin at melda til er 22. januar

 

Um Special Olympics

‍Special Olympics er felagsskapur ið skipar fyri ítrótti til fólk við serligum tørvi. Annaðhvørt ár verður skipað fyri heimsleikum fyri tey ið eru serliga íðin í sínum ítrótti.

 

Parasport hevur havt luttakarar við í Special Olympisku summarleikunum síðani 2023, og er eisini ætlanin at verða við tá leikirnir verða í Chile í 2027.

 

Ongi krøv eru til diagnosur, tíðir ella annað tá ein kappast í Special Olympics, bert at man hevur serligan tørv, ger sítt besta, og venur regluliga.

 

Umfram at luttaka í heimsleikum, so luttaka føroyskir íðkarar javan í ymiskum smærri kappingum í Føroyum og ymsastaðni í Europa.