Bókaútgáva: Frá Kuwait til Kyiv

Fróðskapur hevur givið út bókina Frá Kuwait til Kyiv. Tvær heimsmyndir og russisku innrásirnar í Ukraina eftir Hans Andrias Sølvará.

Frá at hava fingist mest við føroyska politiska søgu og samfelagsviðurskifti hevur Hans Andrias Sølvará seinastu tíðina granskað og skrivað um altjóða politikk og vaksandi stríðið millum Russland og vesturheimin. Úrslitið er bók á føroyskum um kríggið í Ukraina.

 

Í sambandi við útgávuna verður tiltak á Reinsarínum í Havn mánakvøldið 14. oktober klokkan 19.30. Har fer Hans Andrias Sølvará at greiða frá um bakgrundina og um bókina, og síðani fara Sjúrður Skaale og rithøvundurin at skifta orð um útgávuna.

 

Les meira á: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/bokautgava-fra-kuwait-til-kyiv

 

##med2##