Borgarstjóri leyp í ánna

Borgarstjórin í París leyp í Seinen fyri at prógva, at vatnið er nóg reint til olympiskar svimjikappingar

Borgarstjórin í París í Seinen ánni (Mynd: Emmanuel Dunand / Ritzau Scanpix)

Seinastu mánaðirnar hevur kjak verið um, hvørt vatnið í Seinen ánni, sum rennur ígjøgnum París, er nóg reint til at svimja í, tá ið Olympisku leikirnir (OL) vera hildnir í býnum seinni í summar.

 

Í dag leyp borgarstjórin í París, Anne Hidalgo, í Seinen fyri at gera sítt til at prógva, at áin kann brúkast til at svimja í.

 

– Hetta var praktfult. Sera, sera dámligt. Seinen er klár til OL, segði Hidalgo sambært AFP.

 

Fleiri aðrir politikarar hava seinastu tíðina svomið í Seinen. Leygardagin leyp franski ítróttaráðharrin, Amelie Oudea-Caster, útí.

 

Seinen skal brúkast til svimjikappingar í OL, sum verður í París frá 26. juli til 11. august. Annars hevur tað síðani 1923 verið bannað at svimja í ánni, tí vatngóðskan hevur verið ov vánalig.

 

Nú eru meira enn 10 milliardir krónur brúktar til at betra um vatngóðskuna, og fríggjadagin var loyvi givið til at hava svimjikappingar í ánni.

 

##med2##

 

Borgarstjórin í París í Seinen ánni (Mynd: Emmanuel Dunand / Ritzau Scanpix)

(Mynd: Julien De Rosa / Ritzau Scanpix)